Útgávukonsert: Poulsen Brothers & Óskar Guðjónsson - “Sál”
Schedule
Sat, 30 May, 2026 at 09:00 pm
UTC+01:00Location
Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands | Tórshavn, FO
Brøðurnir Bárður og Pauli eru uppvaksnir í einum heimi, sum var fult av ljóðførum og tónleiki. Teir hava báðir, hvør í sínum lagi, verið úti í verðini og lisið tónleik - Pauli í USA og Týsklandi, Bárður í Noregi - og búgva nú endiliga aftur á sama postnummari. Afturat sær hava teir trummusnillingin Rógva á Rógvu, ið vit kenna aftur frá bólkum sum Plúmm og Terja og Føstufressum.
“Sál” varð innspæld í Sjónleikarhúsinum í Havn tann 6. august 2024. Tónleikurin er instrumentalur, og bera tey 9 løgini brá av norðulendskum jazzi við íslettum frá 90’ara New York post-bop tónleiki.
“Sál” verður útgiving av Tutl, og verður høvi at ogna sær plátuna á konsertini.
Tónleikarar:
Óskar Guðjónsson, saxofon
Pauli Reinert Poulsen, gittar
Bárður Reinert Poulsen, kontrabass
Rógvi á Rógvu, trummur
Where is it happening?
Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands, Tórsgøta 3, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe IslandsEvent Location & Nearby Stays:



















