Open Mic / Open Stage við Glasull
Schedule
Wed, 03 Jun, 2026 at 07:30 pm
UTC+01:00Location
Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands | Tórshavn, FO
Advertisement
3. juni bjóða vit aftur til eitt hugnaligt kvøld við Open Mic / Open Stage á Reinsarínum. Eitt kvøld har bæði nýggj og roynd nøvn kunnu sleppa framat pallinum í tryggum og heimligum kørmum.Kvøldið byrjar við serliga gestinum Glasull kvartett, sum fer á pall kl. 20.00.
Glasull kvartett er mannaður av trimum ungum føroyskum tónleikarum og einum ungum donskum trummusláara. Tey spæla fusion jazz við bæði tulkingum av kendum jazzløgum og egnum tilfari.
Manning:
• Treysti Holm (FO) – gittar
• Inga Laksáfoss Simonsen (FO) – tangentar
• Heini Hofgaard Johannessen (FO) – bass
• Asger Schmidt Bendtsen (DK) – trummur
Anna og Arnold eru væluppløgdu vertirnir, sum syrgja fyri einum avslappaðum og hugnaligum kvøldi, har øll kunnu kenna seg heima – bæði á og frammanfyri pallin.
Praktiskt:
• Innskriving: kl. 19.30
• Glasull á pall: kl. 20.00
• Stað: Reinsaríið
• Atgongd: Ókeypis
Tiltakið er stuðlað av Mentamálaráðnum.
Advertisement
Where is it happening?
Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands, Tórsgøta 3, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe IslandsEvent Location & Nearby Stays:
Know what’s Happening Next — before everyone else does.





