Eitt kvøld við Isabellu Rossellini

Schedule

Wed Jun 03 2026 at 08:00 pm to 11:00 pm

UTC+01:00

Location

Løksvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands | Tórshavn, FO

Advertisement
Eitt kvøld við Isabellu Rossellini í Løkshøll mikukvøldið 3. juni
Isabella Rossellini er helst best kend sum modell og sjónleikari. Tíðarleysi vakurleikin gjørdi hana til andlitið hjá Lancôme øll 80ini, og hóast hon við aldrinum hevur verið minni at sæð sum modell, so er hon framvegis umbiðin, og 71 ára gomul var hon í 2023 millum elstu persónar, sum hava verið forsíðumyndin á Vogue. Sum sjónleikari er hon best kend fyri leiklutirnar í filmunum Blue Velvet, Death Becomes Her, Fearless og Conclave. Fyri síðstnevnda varð hon tilnevnd ein Oscar, Critics’ Choice, BAFTA, Golden Globe v.fl. sum 'Best Actress in a supporting role'.
Isabella er tó annað og meira enn glamour og reyður leypari. Hon hevur stóran alsk til náttúruna og djórini, serliga seyðin. Hon er knæbóndi á The MamaFarm, ið er ein lítil garður og gistingarhús á Long Island, sum hon rekur saman við dóttrini. Tær eru forsprákarar fyri vistfrøði og burðardygd og hava serligan áhuga í at varðveita fjølbroytni í seyðasløgum.
Hetta kvøldið fer Isabella at tosa um sína yrkisleið, um foreldrini, Ingrid Bergman og Roberto Rossellini, og um samstarvið við stór talentir sum David Lynch og Richard Avedon. Isabella hevur eina masterútbúgving í Ethology (djóraatferðarfrøði). Hon er serliga hugtikin av seyði, og júst føroyski seyðurin og ullin hava knýtt Isabellu til Føroya. Seyðurin og atferðarfrøðin verða eisini partur av framløguni og prátinum við Isabellu.
Tiltakið er býtt í tvey. Fyrri partur er framløgan hjá Isabellu Rossellini. Eftir steðgin sessast Heiðrikur á Heygum og Sissal Kristiansen á pallin saman við Isabellu. Tey práta við hana um films- og modellkarrieruna, og hvussu hon ikki ræðist at brúka sína rødd og orku at kempa fyri tí, sum hon heldur hevur týdning, og soleiðis gera mun í samfelagnum. Síðst, men ikki minst, fara vit at tosa um tilknýtið til Føroya, um The MamaFarm, og stóra áhugan fyri djórum – serliga heritage seyði og ull.
Vit bjóða te/kaffi og okkurt søtt í pausuni.
Tiltakið byrjar kl 20.00 og varir áleið tveir tímar.
GG. Prát og framløga verður á enskum.
Fyriskipari: The Wool Islands
Advertisement

Where is it happening?

Løksvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands, Lómsvegur 1, FO-620 Runavík, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands

Event Location & Nearby Stays:

Icon
Know what’s Happening Next — before everyone else does.
L\u00f8ksh\u00f8ll

Host or Publisher Løkshøll

Ask AI if this event suits you:

Discover More Events in Tórshavn

MRC x T\u00f3rshavn Marathon Shakeout Run
Thu, 04 Jun at 06:00 pm MRC x Tórshavn Marathon Shakeout Run

Mikkeller Tórshavn

SPORTS MARATHONS
Mammuskepilsi\u00f0 \u00ed Vestmanna
Thu, 04 Jun at 08:00 pm Mammuskepilsið í Vestmanna

Miðnám í Vestmanna

ART
Gruppo del Maggio delle Ragazze di Riolunato (IT) H\u00f3skv\u00f8ldi\u00f0 4.juni kl.21 Summart\u00f3nar 2026
Thu, 04 Jun at 09:00 pm Gruppo del Maggio delle Ragazze di Riolunato (IT) Hóskvøldið 4.juni kl.21 Summartónar 2026

Niels Finsensgøta 23, 100 Tórshavn, Faroe Islands

Mentanarn\u00e1ttin 2026
Fri, 05 Jun at 10:00 am Mentanarnáttin 2026

Vaglið, 100 Tórshavn, Faroe Islands

Zaharias Heinesen 90 \u00e1r - frams\u00fdning \u00e1 Mentanarn\u00e1ttini
Fri, 05 Jun at 04:00 pm Zaharias Heinesen 90 ár - framsýning á Mentanarnáttini

Havnará 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands

MRC T\u00f3rshavn - Thursdays
Thu, 21 May MRC Tórshavn - Thursdays

Mikkeller Tórshavn

Eitt kv\u00f8ld vi\u00f0 Isabellu Rossellini
Wed, 03 Jun at 08:00 pm Eitt kvøld við Isabellu Rossellini

Løksvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands

BUSINESS ART
\u00d8ll s\u00f8gan um ADHD
Thu, 04 Jun at 12:30 pm Øll søgan um ADHD

Norðari Ringvegur, 100 Tórshavn, Faroe Islands

HEALTH-WELLNESS MENTAL-HEALTH
Open Caf\u00e9
Sat, 06 Jun at 11:00 am Open Café

Regnavegur 3, 650 Toftir, Faroe Islands

What's Happening Next in Tórshavn?

Discover Tórshavn Events