Mammuskepilsið í Vestmanna
Schedule
Thu, 04 Jun, 2026 at 08:00 pm
UTC+01:00Location
Miðnám í Vestmanna | Tórshavn, FO
Advertisement
4. juni kl. 20.00 verður sýning í Vestmanna av Geytavirðislønta heimildar stuttfilminum ‘Mammuskepilsið’.Áðrenn filmssýningina fer Beinir Bergsson at lesa úr yrkingasavninum ‘Leitanin eftir at vera’ eftir Katarinu Nolsøe, og sum er ein týðandi partur av filminum. Aftaná sýningina verður prát við leikstjóra, Mariu Tórgarð.
Tiltakið varir áleið 1 tíma og er ókeypis, men tilmelding krevst. Melda til við at senda ein teldupost til [email protected]
Sýning á Háskúlanum í Havn: https://www.facebook.com/share/18tT18kAg4/
🎥 Um Mammuskepilsið:
Mammuskepilsið er endafilmurin hjá Mariu Tórgarð frá Stockholm University of the Arts. Filmurin vann bæði Geytavirðislønina og Áskoðaravirðislønina til Geytan 2026, umframt at filmurin hevði altjóða frumsýning á stóra filmsfestivalinum CPH:DOX fyrr í ár. Høvuðsleikarar í filminum eru: Maria Tórgarð, Katarina Nolsøe og Hans Tórgarð.
Samandráttur: Mammuskepilsið vaknar. Dóttirskepilsið roynir at nærkast henni. Mamma Mariu hevur altíð tosað um sína skisofreni sum eitt skepilsi. Leikstjóri, Maria, roynir at bjóða skepilsinum vælkomið í hesum hybrid heimildarfilminum.
📔Yrkingasavnið ‘Leitanin eftir at vera’ eftir Katarinu Nolsøe verður til sølu á kvøldinum.
🎬 Leinkja til trailara:
Fylgið við á síðunum hjá Sinnisbata fyri kunning um komandi sýningar og tiltøk
Vestmanna kommuna stuðlar tiltakinum
Advertisement
Where is it happening?
Miðnám í Vestmanna, Fjarðarvegur 4, FO-350 Vestmanna, Føroyar, Tórshavn, Faroe IslandsEvent Location & Nearby Stays:
Know what’s Happening Next — before everyone else does.









