Hans Andrias í Auluni í Finsen
Schedule
Fri, 05 Jun, 2026 at 09:00 pm
UTC+01:00Location
Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands | Tórshavn, FO
Hans Andrias er alt annað enn bakgrundstónleikur. Hetta er tónleikur sum fer beint inn. Ein fantastisk rødd, sum bæði er hørð og mjúk. Og so hevur hann eina heilt serliga nærveru, har tú verður sogin inn í hansara univers.
Tá hann vann Sement 2025, var eingin ivi. Dómararnir vóru samdir um, at hann hevði eina fantastiska rødd og framførslu á altjóða støði. Tónleikurin er myrkur, kensluborin og spennandi. Løgini eru vælskrivaði, innilig og ein góð blanding fólkatónleiki og amerikana rokki.
Við sterku debut útgávuni Vision hevur hann longu sett síni spor bæði heima og uttanlands. Nú tekur hann næsta stigi, tá Dreymurin kemur út 8. mai.
Nú kanst uppliva Hans Andrias ókeypis í Auluni í Finsen. Hetta verður á einum heilt serligum palli, har tú ert heilt tætt upp á alt.
Hetta verður ein av teimum konsertunum, sum fólk fara at tosa um langt aftaná, at hon er liðug. So tað er at seta stórt X í kalendarin kl. 21 á mentanarnáttini.
Where is it happening?
Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands, Tórsgøta 3, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe IslandsEvent Location & Nearby Stays:



















