Simon Talbot – Stand-up skemt (DK)

Schedule

Sat, 20 Jun, 2026 at 06:30 pm

UTC+01:00

Location

Norðari Ringvegur, 100 Tórshavn, Faroe Islands | Tórshavn, FO

Advertisement
EKSTRA EXTRA – við konfettikanónum, anekdotum um nalvablusur og smáu og stóru stríðini í lívinum
Er nakað skemtiligt í at missa pápa sín? Sjálvandi er tað ikki tað - men Simon Talbot dugir at venda sjálvt tí truplasta í lívinum til nakað skemtiligt. Í nýggja skemti sínum EKSTRA EXTRA verða áhoyrararnir tiknir við á ferð gjøgnum tey smáu og stóru stríðini í lívinum: frá viðgerð fyri barnloysi og faðirskap til at missa pápan – og tað er við fullari ferð og allatíðina við einum skálkabrosi.
Skemtið er sniðfundiga blandað saman av tí persónliga og tí merkisverda: fjálgum, ærligum søgum, løgnum eygleiðingum, garrvillum anekdotum - umframt eyðkenda kropsskemtinum, konfettikanónunum og orkuni á pallinum.
Í Danmark hava nógvar útseldar sýningar verið av EKSTRA EXTRA og hava áhoyrararnir standandi fagnað sýningini við lógvabrestum. Ummælarar hava skírt skemtisýningina at vera serstakliga stuttliga og rørandi.
Nú hava áhoyrararnir í Norðurlandahúsinum høvið at uppliva ein av sjónskastu skemtarunum í Danmark í toppformi.
Talbot hevur altjóða royndir við eitt nú at hita upp fyri Russell Howard í USA, umframt at hann við EKSTRA EXTRA samstarvar við so dugnalig fólk sum Heinrich Christensen, instruktør, og Benjamin la Cour, pallsmið.
Um Simon Talbot
Simon Talbot hevur hesi seinastu góðu 15 árini staðfest seg sum eyðkendasti skemtarin í Danmark. Talbot hevur mangan verið róstur til skíggja og hevur hann nógvar fjepparar. Nú borgar navnið Talbot fyri skemti á høgum stigi. Hann skarar framúr við sínum markleysa einmansskemti, kreativu sketsjum og mongu løtunum í sjónvarpi, har hann við sínum humor er vorðin serstakliga væl dámdur av hyggjarum.
Ummælarar hava m.a. skrivað hetta um sýningina:
“Ekstra Extra er Simon Talbot classic med guldglitter, konfetti og fyrværkeri drysset på toppen... hvor hans flamboyante kombination af bling-bling og hormonsprøjter går op i en højere og særdeles latterfremkaldende enhed.”
★★★★★ Iscene
”Simon Talbot shiner i bogstaveligste forstand og giver sine kollegaer i branchen kamp til stregen....”
★★★★★ Kulturtid
Aðrar skemtisýningar hjá Simon Talbot eru:
’Optur’ (2021-2022)
’Make Denmark Great Again’(2018 og 2019)
’Mr. Copenhagen’ (2016)
’Talle Alene i Verden’ (2013)
’Damp’ (2011)
Fyriskipari av tiltakinum er Eventz Føroyar.
Atgongumerki: kr. 345
Mál: Danskt
👉www.nlh.fo/?event=11632/simon-talbot-stand-up-skemt-dk

👇👇
SIMON TALBOT STAND-UP SHOW (DK)
Simon Talbot brings his stand-up show EXTRA EXTRA to the Faroe Islands!
Simon Talbot started his sixth tour in the spring of 2025, and it was all extra! Extra Simon, extra fun – and extra big. After an overwhelming reception for EKSTRA EXTRA – with sold-out halls, standing ovations – Simon Talbot returns in 2026 with even more dates of the spectacular and personal comedy show that has thrilled both reviewers and audiences.
EKSTRA EXTRA is Simon Talbot in top form – with both confetti cannons, crop top anecdotes, and deeply personal moments. It's a show about life's struggles, big and small – from fertility treatment and fatherhood to the loss of his father – delivered at breakneck pace with Talbot's familiar body comedy and timing.
Tickets: kr. 345
Language: Danish
👉www.nlh.fo/en?event=11632/simon-talbot-stand-up-skemt-dk
Advertisement

Where is it happening?

Norðari Ringvegur, 100 Tórshavn, Faroe Islands, Norðari Ringvegur 13, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands

Event Location & Nearby Stays:

Icon
Know what’s Happening Next — before everyone else does.
Nor\u00f0urlandah\u00fasi\u00f0 \u00ed F\u00f8royum - The Nordic House in The Faroe Islands

Host or Publisher Norðurlandahúsið í Føroyum - The Nordic House in The Faroe Islands

Ask AI if this event suits you:

Discover More Events in Tórshavn

Hans Andrias \u00ed Listastovuni
Fri, 19 Jun at 09:00 pm Hans Andrias í Listastovuni

Gummaldagøta 2, Miðvágur, Faroe Islands

ENTERTAINMENT CONCERTS
Guy Penrod in Thorshavn
Sat, 20 Jun at 07:00 pm Guy Penrod in Thorshavn

CONCERTS MUSIC
SUMMART\u00d3NAR 2026: Gu\u00f0ri\u00f0 Hansd\u00f3ttir vi\u00f0 b\u00f3lki (FO)
Mon, 22 Jun at 03:00 pm SUMMARTÓNAR 2026: Guðrið Hansdóttir við bólki (FO)

Norðari Ringvegur, 100 Tórshavn, Faroe Islands

MUSIC ENTERTAINMENT
Bingja (FO) H\u00f3skv\u00f8ldi\u00f0 25.juni kl.21 Summart\u00f3nar 2026
Thu, 25 Jun at 09:00 pm Bingja (FO) Hóskvøldið 25.juni kl.21 Summartónar 2026

Niels Finsensgøta 23, 100 Tórshavn, Faroe Islands

MUSIC ENTERTAINMENT
Summart\u00f3nar: Eli Tausen \u00e1 Lava
Fri, 26 Jun at 09:00 pm Summartónar: Eli Tausen á Lava

Gummaldagøta 2, Miðvágur, Faroe Islands

MUSIC ENTERTAINMENT
H\u00fagvuveitsla hj\u00e1 \u00d3la
Sun, 28 Jun at 01:26 am Húgvuveitsla hjá Óla

Skúlin við Løgmannabreyt

Summarkonsert \u00ed H\u00e1t\u00fani vi\u00f0 F\u00f8roya Symfoniorkestri
Sun, 28 Jun at 04:00 pm Summarkonsert í Hátúni við Føroya Symfoniorkestri

Tórshavnar Musikkskúli

CONCERTS MUSIC
Simon Talbot \u2013 Stand-up skemt (DK)
Sat, 20 Jun at 06:30 pm Simon Talbot – Stand-up skemt (DK)

Norðari Ringvegur, 100 Tórshavn, Faroe Islands

COMEDY FESTIVALS

What's Happening Next in Tórshavn?

Discover Tórshavn Events