Bingja (FO) Hóskvøldið 25.juni kl.21 Summartónar 2026
Schedule
Thu, 25 Jun, 2026 at 09:00 pm
UTC+01:00Location
Niels Finsensgøta 23, 100 Tórshavn, Faroe Islands | Tórshavn, FO
Bingja er eitt nýtt samstarv millum tónaskaldið/klaverleikaran Kristian Blak og teldutónleikaran Lasse Jæger.
Duoin fer at spæla í Blábar tann 25. juni saman við Jón Klæmint Hofgaard, har teir spæla tilfar frá tveimum uttanlandskonsertum síðst í mai; í Føroyahúsinum í Keypmannahavn og á Jack’s Piano Bar í Bukarest 22. mai.
Bingja kannar sambandið millum innflutning og útflutning í føroyskum tónleikaligum høpi. Við íblástri frá ljóðleysum filmsfylgispæli og benshi (japansk filmsfrásøgu siðvenja) fara hesir dugnaligu tónleikararnar at leggja fram eina alternativa, audiovisuella framsýning av Føroyum fyri áskoðarum uttanlands.
Kristian Blak er ein ómissandi persónur í føroyskum tónleiki; tónaskald, klaverleikari, plátufelagsleiðari og tónleikafyrireikari.
Lasse Jæger er elektroniskt tónaskald, audiovisuelt listafólk og frontmaður í havnartekno-tónleikinum hjá Supervisjón.
Jón Klæmint Hofgaard er við í Tweed & Hyenas og improv bólkinum Rutger Hauser, har man millum annað syngur, spælir gittar og trummur. Eisini rekur hann sítt egna mikro-plátufelag, The Lumen Lake.
Summartónar 2026
Where is it happening?
Niels Finsensgøta 23, 100 Tórshavn, Faroe Islands, Niels Finsens gøta 23C, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe IslandsEvent Location & Nearby Stays:
















