Open mic / Open Stage við Cobalt sum serligum gesti
Schedule
Wed, 27 May, 2026 at 07:30 pm
UTC+01:00Location
Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands | Tórshavn, FO
Advertisement
So bjóða vit aftur til open mic. Eitt kvøld, har nýggj og roynd listafólk sleppa framat, og har alt kann henda. Tónleikur, yrkingar, stand-up ella okkurt heilt annað. Tað einasta, sum krevst, er dirvi at stíga fram. Og tað er onki krav, at tú skal upp á pallin. Tú ert eisini hjartaliga vælkomin framvið at lurta og njóta sum áskoðari.Vertir fyri kvøldinum eru Anna og Arnold, sum syrgja fyri góðum stemningi og einum tryggum umhvørvi.
Cobalt er ein ungur bólkur við stórum potentiali, og sjálvir siga teir soleiðis um bólkin:
Vit eita Baldur, Hugin, Jens Andrias og Magnus. Vit eru fýra Glasir næmingar í 3.G. Vit spæla dynamiskan tónleik, har vit blanda jazz, pop og rokk, og leggja dent á samanspæl og groove. Vit eru Cobalt.
Limir:
Baldur úr Dímun – gittar
Magnus Svenningsen – sax
Jens Andrias Dam – bass
Hugin Vágfjall – trummur
Praktiskt:
Innskriving: kl. 19.30
Cobalt á pall: kl. 20.00
Stað: Reinsaríið
Atgongd: Ókeypis
Tiltakið er stuðlað av Mentamálaráðnum.
Advertisement
Where is it happening?
Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands, Tórsgøta 3, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe IslandsEvent Location & Nearby Stays:
Know what’s Happening Next — before everyone else does.






