Vel Føroyar 2026
Schedule
Fri, 17 Apr, 2026 at 07:00 pm
UTC+02:00Location
Føroyahúsið | Copenhagen , SK
Til tiltakið fara vit at hoyra ein fyrilestur við Ósbjørn Jacobsen, sum er arkitektur og ein av stjórunum í stóru arkitektafyritøkuni Henning Larsen. Hann fer at tosa um sínar arbeiðsroyndir í eini altjóða fyritøku, samstundis sum hann býr í Føroyum. Harumframt fara umboð frá ALS, Íverksetarahúsinum, Tórshavnar Kommunu, Føroya Banka og Skyn at tosa um viðkomandi viðurskifti, ið eru hent at vita, tá ið tú skalt flyta heim til Føroya.
Vit bjóða sliders og okkurt gott úr barrini, og eftir steðgin verður pubquiz við góðum vinningum – tú kanst m.a. vinna Airpods Pro og gávukort frá Atlantic Airways 🤓🍻🎁 Harafturat verður lutakast um ein stóran flytipakka til eitt húski frá Danmark til Føroya frá Smyril Line 🤟
Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin – vit síggjast 🤗🎉
Where is it happening?
Føroyahúsið, Vesterbrogade 17A,Copenhagen, Copenhagen , DenmarkEvent Location & Nearby Stays:



















