Á veg heim? ella søkja lestrarstarv?
Schedule
Thu Mar 19 2026 at 06:00 pm to 11:55 pm
UTC+01:00Location
Vesterbrogade 17A, 1620 København V, Danmark | Copenhagen , SK
Á skránni verður:
-Beinta Wilhelm, starvsfólkaleiðari í Betri Banka, gevur tær góð ráð til at skriva CV og umsókn til at søkja starv. Harumframt gevur hon tær íblástur og amboð til, hvussu tú kanst finna teg til rættis á arbeiðsmarknaðinum í einum starvi ella lestrarstarvi, sum tú trívist í.
-Bjørg Svartá og Ingrid Jensen frá Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark, greiða frá um skattaviðurskifti, og hvussu tú skalt gera skattin upp í Danmark, tá tú hevur eitt lestrarstarv.
-Hanna Castro, ráðgevi í Betri Banka, gevur góð ráð til, hvussu tú røkkur dreyminum um at ogna tær tín fyrsta bústað, og hava eina góða fíggjarstøðu í lestrartíðini.
-Høgni Waag, ognarmeklari hjá Betri Heimi, greiðir frá um bústaðarmarknaðurin í Føroyum, og gevur góð ráð til tín, sum skalt seta búgv fyri fyrstu ferð.
-Niels Winther, stjóri Vinnuhúsinum, greiðir frá arbeiðsmarknaðinum í Føroyum.
Eftir tiltakið bjóðar Betri Banki ábit.
Øll sum luttaka fáa ein goodiebag, og eru eisini við í lutakastinum um eitt gávukort á 2.000 krónur frá Atlantic Airways.
Tiltakið verður hósdagin, 19. marts 2026, kl. 18:00 í Føroyahúsinum.
Tiltakið er ókeypis, men tað er avmarkað pláss og tí er neyðugt at melda seg til.
Tilmelding: https://www.betri.fo/fo/banki/tiltok/tiltak-i-kbh
Where is it happening?
Vesterbrogade 17A, 1620 København V, Danmark, Vesterbrogade 17A, 1620 København V, Danmark, Copenhagen , DenmarkEvent Location & Nearby Stays:



















