No Rest For The Wicked (Kasper Kalle Danmark Føroyar Ísland 2026 103 min)

Schedule

Wed Sep 02 2026 at 08:00 pm to 10:00 pm

UTC+01:00
Location

Tinghúsvegur 6, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands | T, FO

Advertisement

Fyrsti filmur í heystskránni hjá Filmsfelagnum er "No Rest For The Wicked". Filmurin byggir á søgu hjá týska Karl Heinreich Ulrichs (1825-1895), sum undir heitinum "Manor" fer fram í Føroyum. Úr søguni, ið er frá 1885, hevur Rasmus Birch skrivað filmshandritið.
Vit eru í Føroyum í árinum 1862, har vit fáa innlit í gerandisdagin hjá Baldur (Egor Venned), sum er fiskimaður á bygd. Ein fremmandur maður kemur til bygda, og eftir hetta verður einki sum fyrr. Fremmandamaðurin er danski hvalaveiðimaðurin Helgi (Pilou Asbæk), sum vekir nakað í føroyska Balduri. Sum frá líður taka djúpar kenslur seg upp, sum sjónliga spíra teirra millum. Tá ein sorgarleikur syndrar sambandið, ið hevur verið teirra millum, elvir tað til ógvusligar hendingar. Ræðsla kemur á bygdafólkið, ið tekur seg saman at mana tað illa niður í jørðina. Men Baldur og Helgi halda fast um kærleikan, sum er sprottin teirra millum. Teir stríðst til endans - og enn longur.
"No Rest for the Wicked" er annar spælifilmur hjá danska leikstjóranum Kasper Kalle. Hin fyrsti var "Christian IV - Kongens sidste rejse" (2018).
Leikarar eru Egor Venned, Pilou Asbæk, Sofia Nolsøe (Ásla), Kjartan Hansen (Súni), Jóhannes Haukur Jóhannesson (Jákup) og Brimheim.
Lars Bredo Rahbek hevur framleitt fyri fremsta filmsframleiðara í Norðurlondum, SF Studios, saman við Outlier Projects hjá Jón Hammer í Føroyum og íslendska Truenorth.
Charades í París stendur fyri altjóða søluni.
Advertisement

Where is it happening?

Tinghúsvegur 6, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands, Tinghúsvegur 6, FO-100 Tórshavn, Føroyar, T, Faroe Islands

Event Location & Nearby Stays:

Know what’s Happening Next — before everyone else does.
Filmsfelagi\u00f0
Host or PublisherFilmsfelagið

Ask AI if this event suits you