Marianna Winter á Listasavni Føroya (Pyramidukonsert)
Advertisement
Mánakvøldið 10. aug. kl. 20 verður forkunnug konsert inni í framsýningini á Listasavni Føroya (Økistónar)
Tú traðkar inn í hitan. Heimurin steðgar eina løtu. Sum at liggja undir einari heitari dýnu, meðan vindurin larmar uttan fyri vindeygað. Tað er eitt sindur ræðandi, men eisini eyka lekkurt at liggja inni í kamarinum.
Marianna Winter fer at bjóða lurtarum eina heilt serstaka og øðrvísi uppliving av nýggju útgávu hennara “The More You Know”, sum kom út tann 29. mai.
Við sær hevur hon Ragnar Finsson á gittara og kórsangi, Biritu Dam á viola og kórsangi, og Bjørt Holm á cello og kórsangi. Tey fýra fara at framføra sangirnar í spildurnýggjum hami.
Konsertin verður inni í eini av framsýningar-pyramidunum á Listasavninum. List er á veggjunum og høgt er til loftið. Fyri at tryggja, at øll sita væl, verða bert 40 pláss sett til sølu.
Atgongumerki kosta 110 kr. og kunnu keypast her: https://atgongumerki.fo/events/3659809
Konsertin er stuðlað av Økistónum.
Hjartaliga vælkomin!
-
Marianna Winter hevur framført nógv, bæði í Føroyum og uttanlands. Júst áðrenn konsertina í Norðurlandahúsinum var hon saman við bólki á konsertferð í Onglandi.
Útgávan kennist sum eitt gamalt, analogt heimaband. Eitt Panasonic mini DV kamer, sum hevur fangað allar tær erligu løturnar, og hóast tú vart ov lítil at minnast tær, følist tað, sum tær búgva onkrastaðni inni í tær. Skróv og óljóð av bandinum og digitaliseringini hava avskeplað heildarmyndina og minnið, men kenslan er stjørnuklár enn og hjartanemandi tekstir sita eftir, leingi eftir at nálin er tikin av.
Við einum ljóðheimi, sum sameinar indie-folk, popp og rokk við løtum av inniligum indie-bedroom-popp, er The More You Know eitt soundtrack til uppvøkstur hennara og til øll tey, ið kenna seg mitt ímillum tað, tey vóru, og tað, tey eru um at gerast.

Where is it happening?
Gundadalsvegur 9, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands, Gundadalsvegur 7, FO-100 Tórshavn, Føroyar, T, Faroe Islands
Event Location & Nearby Stays:
Know what’s Happening Next — before everyone else does.
Host or PublisherListasavn Føroya