Landsdansiveitsla 2025
Schedule
Sat, 25 Oct, 2025 at 06:00 pm
UTC+02:00Location
Vesterbrogade 17a, Copenhagen, Denmark | Copenhagen , SK
Advertisement
Hey øll somul!Nú fingu vit tørn, at halda ársins dansiveitslu í Danmark, og hesaferð verður hon í Kongsins Keypmannahavn.
Veitslan verður hildin í Føroyahúsinum. Føroyahúsið er á Vesterbrogade 17A, sum er eitt hanagleiv frá Høvuðsbanagarðinum.
Skráin verður leysliga:
kl 18:00: Dyrnar lata upp, og durasnapsur verður skonktur
kl 19:00: Farið verður til borðs, og borðreitt verður við fiskasuppu. Undir borðhaldinum verður felagssangur og okkara trúgvu musikantar spæla undir.
kl 22:00: Verður farið uppá gólv. Hvørt felag fær høvi at seta eitt kvæði á skránna. Eftir tað er orðið frítt.
Okkara kæru vinir í Føroyahúsinum standa innan fyri barrina.
Meldið til umvegis tykkara dansifelag:
Aalborg: Dansifelagið Magnus Heinason
Aarhus: Dansifelagið Ólivant
Odense: Dansifelagið Miðgarðsormurin
Keypmannahavn: Dansifelagið Fótatraðk
Luttøkugjaldið er 125 kr
Síggjast!
Advertisement
Where is it happening?
Vesterbrogade 17a, Copenhagen, Denmark, Vesterbrogade 17A, 1620 København V, Danmark, Copenhagen , DenmarkEvent Location & Nearby Stays: