Eivør – útgávukonsert
Schedule
Sat, 17 Oct, 2026 at 08:00 pm
UTC+01:00Location
Norðari Ringvegur, 100 Tórshavn, Faroe Islands | Tórshavn, FO
Advertisement
(English 👇👇)Eivør – útgávukonsert 🎶
(Standikonsert)
Síðan síðsta fløgan ENN kom út, hevur Eivør spælt í Evropa, Norðuramerika, Avstralia, Nýsælandi og Kina, og heimurin hevur av álvara latið eyguni upp fyri Eivør. Men at framføra á heimavølli er altíð nakað heilt serligt.
Nú ein nýggj pláta kemur út, fer hon at hava útgávukonsert her í Norðurlandahúsinum, áðrenn hon fer víðari á altjóða konsertferð við 47 konsertum.
Á konsertini framførir Eivør saman við bólki sínum fyrst og fremst sangir av nýggju plátuni, men vit fara eisini at hoyra nakrar av klassikarunum.
Fyrsta staklagið, Healer, er útkomið, og við tí letur Eivør dyrnar upp til eitt nýtt kapittul, sum er grundað á sárbarleika, styrki og broyting. Ikki bara Healer, men fløgan sum heild er persónligari og meira beinleiðis. Hon er eisini – eins og aðrar útgávur hjá Eivør – borin av ráu og úttrykksfullu røddini, har hon ferðast millum storm og stilli.
Á konsertferðunum kring heimin hevur Eivør spælt saman við bólkinum hjá sær, sum er samansettur av Mikaeli Blak (bass og tangentar), Mattiasi Kapnas (tangentar) og Per Ingvaldi Højgaard Petersen (trummur). Við sær á konsertferðunum hevur hon eisini havt ljós- og ljóðsnillingarnar Egil B. Høgenni Hansen og Theodor Kapnas. Hetta verður eisini manningin, ið Eivør stillar upp við til hesa konsertina, so vit kunnu vænta okkum eina konsert við einum serstakliga væl samanspældum bólki og eina væl trimmaða framleiðslu.
Konsertin er ein standikonsert. Situr tú í koyristóli, mæla vit til, at tú setur teg í samband við Norðurlandahúsið frammanundan. Hetta er eisini galdandi, um tú ikki megnar at standa. Vit hava nakrar fáar stólar, sum kunnu bíleggjast frammanundan til tín, umframt ein fylgjara.
Kostnaður: 395 kr.
Lesandi og ung undir 18 ár: 295 kr.
👉 https://tix.fo/fo/nlh/buyingflow/tickets/690/1603/
EN 👇👇
Eivør – Release Concert 🎶
(Standing-only concert)
Eivør is releasing a new album this autumn!
Since her latest album ENN was released, Eivør has performed across Europe, North America, Australia, New Zealand, and China, gaining true international recognition. But performing at home is always something very special.
The upcoming album will be marked with a release concert here at the Nordic House, before she continues on an international tour of 47 concerts.
At the concert, Eivør will perform together with her band, primarily presenting songs from the new album, but we will also hear some of her classics.
The first single, Healer, has been released and opens the doors for Eivør to a new chapter, based on vulnerability, strength, and change. Not only "Healer," but the album as a whole is more direct and more personal, yet it is also, like other releases from Eivør, carried by her raw and expressive voice, travelling from the deepest sea to the highest mountains in storm and calm.
On the tour around the world, Eivør has played with her band, which consists of Mikael Blak on bass and keys, Mattias Kapnas on keys, and Per Ingvald Højgaard Petersen on drums. This will also be the lineup Eivør presents at this concert, so we can expect a concert with a particularly well-rehearsed band and a finely-tuned performance.
The concert is a standing event. If you use a wheelchair, we recommend that you contact the Nordic House in advance. This also applies if you are unable to stand. We have a limited number of chairs that can be reserved in advance for you and a companion.
Tickets: 395 kr.
Students and 18 years or younger: 295 kr.
👉 https://tix.fo/en/nlh/buyingflow/tickets/690/1603/
Advertisement
Where is it happening?
Norðari Ringvegur, 100 Tórshavn, Faroe Islands, Norðari Ringvegur 13, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe IslandsEvent Location & Nearby Stays:
Know what’s Happening Next — before everyone else does.